Um fyritøkuna

Advokatfyritøkan er skipað sum smápartafelag við v-tali 648760 og skrásetingarnummari 7524 og hevur teknað ábyrgdartrygging og garantiskipan hjá HDI Global Specialty SE. Tryggingin dekkar alt virksemi hjá advokatfyritøkuni.

Advokatfyritøkan er undir eftirliti av danska Advokatsamfundet og er fevnd av reglunum um góðan advokatsið, smb. § 126 í rættargangslógini umframt teimum advokatetisku reglunum. Sí nærri á heimasíðuni hjá Advokatsamfundet  www.advokatsamfundet.dk.

Um so er at ein kundi er ónøgdur við samsýning ella veitta tænastu hjá einum advokati og ber ikki til at koma til semju í málinum, er altíð møguleiki fyri at kæra advokatin til Advokatnævnet. Sí nærri á www.advokatnaevnet.dk.

Um Eli

Eli hevur síðani 1. januar 2020 rikið egna advokatfyritøku.

Eli arbeiðir við vinnulívsrætti í breiðari merking og hevur m.a. drúgvar royndir frá bankavinnuni, undir hesum serliga sum ábyrgdarhavandi fyri lógarskyldugu Compliance-funktiónina, og frá advokatfyritøku í Keypmannahavn, har hann í fleiri ár arbeiddi við fast ognum, byggirætti og felagsrætti. 

Harumframt arbeiður Eli nógv innan dátuverndarrætt, sum ráðgevi hjá bæði fyritøkum og stovnum. Eli hevur í tí samband tvey altjóða prógv frá IAPP (International Association of Privacy Professionals), undir hesum bæði CIPM og CIPP/E, ið saman ofta verður nevnt sum ein óalmenn DPO-útbúgving (Data Protection Officer). 

Eli ráðgevur eisini einstaklingum í privatrættarligum viðurskiftum. 

Onnur størv:

2019 - 2021 : Rættarhjálp Føroya - Ráðgevi

2019 - 2020 : Faroe Law - Advokatur

2017 - 2019 : Betri P/F - Complianceábyrgdari

2013 - 2019 : Betri Banki P/F - Complianceábyrgdari

2008 - 2013 : Advokaterne Arup & Hvidt - Advokatfulltrúi / Løgfrøðiligur ráðgevi

Serlig størv:

2021 -          : Formaður í Tvingsilsnevndini - tilnevndur av landsstýriskvinnuni í almannamálum

2020 -          : Eksternur undirvísari á Fróðskaparsetri Føroya

                       - Peningastovnsrættur á Master-stigi

                       - Ognarrættur á Bachelor-stigi

Sjálvboðið arbeiði:

2021 -          : Formaður - hondbóltsfelagið Kyndil 

Útbúgving

Útbúgving løgfrøðingur (cand.jur.) frá Universitetinum í Keypmannahavn í mars 2012. 

Útlærdur advokatur í januar 2016. 

Føðiár:

1985

Eli Thorsteinsson Advokatur